Innanlands

Fíggjarlógin til 1. viðgerð í dag

Tingfundurin byrjar kl. 10.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-10-07 09:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú klokkan 10 verður tingfundur, har framløga og 1. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 eru á skránni.

Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2027 varð lagt fram 30. september.

Sambært uppskotinum verða inntøkurnar 8.076,8 milliónir krónur, og útreiðslukarmurin er 8.038,3 milliónir krónur. Tað merkir, at 38,5 milliónir eru í avlopi.

Av útreiðslunum fara 7.457,7 milliónir til rakstur, og 580,6 milliónir krónur eru løgur og løgukendar útreiðslur.

Uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri 2027 sæst her

Til ber at fylgja við tingfundinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder