Í døgunum 5.-9. september eru Filmsdagar í Felag í Filmsfelagnum, Havnar Bio og Norðurlandahúsinum. Sýndir verða seks nýggir biografilmar, ið allir hava kvinnur sum tema.
Fyrsti er hin føroyski NINA, har leikstjórin leggur fyri við innleiðing um filmin.
Orsøkin til at velja kvinnur á filmi sum tema er tann sannroynd, at flestu biografgangarar í Filmsfelagnum eru kvinnur. Tá fult hús er í Havnar Bio, sum er heimabiografur hjá Filmsfelagnum, kunnu tríkvart av teim møttu verða kvinnur. Ilt er at siga hví, men kanska lesa kvinnur meir um aktuellan film, sum kemur í biografarnar, enn menn.
Filmarnir ið sýndir verða eru:
NINA
I Kill Giants
The Wife
Hva Vil Folk Si
Wonderful Copenhagen
Maria By Callas
- Filmsfelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald