Mentan

FIMFF-festivalurin byrjar hósdagin

Filmar, pallborðsfundir og undirhald á skránni á festivalinum, sum verður í Norðurlandahúsinum og Reinsarínum

2022-08-30 09:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Skráin fyri ársins Faroe Islands International Minority Film Festival er nú klár, og latið er upp fyri atgongumerkjasøluni.

Festivalurin verður settur í Norðurlandahúsinum hósdagin, tá iranski filmurin “Ballad of a White Cow” verður sýndur.

Skráin er eins og undanfarnu árini fjølbroytt og víttfevnandi. Har verða fleiri filmssýningar, pallborðsfundir og undirhald. Filmfestivalurin verður í døgunum 1. til 4. september í Norðurlandahúsinum og Reinsarínum. Evnið í ár er intersektionell feminisma, abort og kvir umboðan í filmi.

Pallborðsfundir vera um áhugaverd og álvarsom evni so sum abort og kvinnur í politikki, og eisini verður áhugavert prát, um porno kann vera etiskt rætt.

Filmarnir á festivalinum spenna sera víða, alt frá lívið hjá sexarbeiðarum í Berlin (Glück), hvussu mansáskoðanin í Hollywood innrammar kvinnuna á løriftinum (Brainwashed: Sex-Camera-Power), til barnatiltak við Angelu.

Til flestu av sýningunum er leikstjórin til staðar at svara spuringum ella eru prát í sambandi við evnið, sum t.d. um dekolonisering við Aka Hansen, sum eisini vísir grønlendskar stuttfilmar, og David Ng, sum kemur úr einum kanadiskum miðlalistabólki við littum kvir listafólki, sum gera filmar um rasismu í okkara samfeløgum.

Aftur at sýningunum verður stand-up við Elisu Vang og danska skemtaranum Sanne Søndergaard og so Gender Bender tiltakið við umstrídda rapparanum, Nikoline (DK), drag framførslum og sirkus listafólki. Eisini er møguligt at melda seg til ókeypis drag academy, har ein kann læra at framføra drag.

Frá 5. til 11. september er harafturat møguleiki fyri at síggja yvir 30 filmar og stuttfilmar á netinum. Atgongd til hesa talgildu skrá, fæst við at keypa festivalpass ella keypa atgongd til teir einstøku filmarnar.

Skráin sæst her https://fimff.org/  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder