- Tað er ikki hent av sær sjálvum, at vit eru komin her til. Vit, sum hava verið nevndin í Fríum Vali, hava sjálvandi gjørt okkara – men Frítt Val hevur ongantíð verið bara eitt felag. Vit hava altíð verið ein rørsla. Ein felagsskapur. Ein savnan av øllum teimum, sum hava tikið undir við, at í Føroyum eiga vit øll at hava sjálvavgerðarrættin yvir egnum kroppi.
Soleiðis segði Katrin S. Kamban í setanarrøðuni til 5 ára hátíðarhaldið hjá Fríum Vali síðst í juli.
Frítt Val er ein felagsskapur, hvørs høvuðsendamál er at virka fyri, at sjálvræðið hjá teimum, sum ynskja at steðga einari viðgongu, verður virt, uttan mun til orsøk. Týsdagin 25. juli 2023 skipaði nevndin fyri stórum hátíðarhaldi í sambandi við, at felagsskapurin í ár hevur fimm ár á baki. Hetta var fyrstu ferð, at Frítt Val hevur skipað fyri so stórum tiltaki, og er nevndin bæði ovfarin og fegin um stóru undirtøkuna.
Dagurin byrjaði við aðalfundi felagsins, har ársfrágreiðing og -roknskapur vórðu løgd fram. Síðani var nevndarval. Nevndin er flatt skipað, og øll, sum taka undir við endamálsorðingini hjá felagnum, kunnu bjóða seg fram. Tólv persónar stillaðu upp og vórðu vald í nevndina, harav ein teirra, Gerda F. Heldarskarð, er nýggjur nevndarlimur.
Í nevndini fyri 2023/2024 sita sostatt: Alda Mohr Eyðunardóttir, Annika Klæmintsdóttir, Barbara Gaardlykke Apol, Billa Jenný Jónleifsdóttir, Elisa Vang, Gerda F. Heldarskarð, Gunnhild Persson, Hervør Pálsdóttir, Katrin Sigurpálsdóttir Kamban, Pætur Weihe Simonsen, Sigrið Mohr Leivsdóttir og Tordis Vang.
Seinni um kvøldið var alment tiltak í Niðri Undir – við yrkingaupplestri, røðum, tónleiki og undirhaldi. Hetta vóru framførslur og innsløg, sum numu við bæði hjartastreingir, láturvøddar, tárakanalir og politiskan eldhuga. Kvøldið endaði við einari hugnaligari veitslu í Hornahúsinum, har nevndin bjóðaði feska súpan og heimagjørt breyð aftur við einari kviss, góðum práti og dansigólvi.
Nevndin ynskir at senda eina hjartans tøkk til øll, sum vóru við til at gera dagin so serligan – bæði til tey, sum framførdu og hjálptu til á degnum, og til øll tey, sum stukku inn á gólvið í Niðri Undir og/ella í Hornahúsinum.
Frítt Val er ikki bara eitt felag, men ein rørsla, og komandi árið verður eitt týðandi ár fyri rørsluna. Nevndin gleðist um tey mongu, sum longu stuðla stríðnum fyri kropsligum sjálvræði í Føroyum, og vónar, at enn fleiri leggjast afturat, nú stríðið búnast og endiliga kemur á politisku dagsskránna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald