Ein 101 ára gamal maður, sum var trygdarvørður á fangaleguni Sachsenhausen norðanfyri Berlin undir seinna heimsbargdaga, fekk í rættinum í gjár fimm ára fongsulsrevsing fyri at hava viðvirkað til yvir 3.500 dráp í fangaleguni.
Sambært Ritzau er maðurin, Josef Schütz, tann higartil elsti persónurin, sum er vorðin rættarsøktur fyri sín leiklut undir Holocaust.
Undir rættarmálinum noktaði hann seg sekan og segði, at hann einki kendi til brotsverkini, sum vórðu framt í leguni. Ákærin helt tó, at hann av egnum vilja var við til at fremja brotsverkini.
Yvir 200.000 persónar – harundir jødar – vórðu dripnir í Sacsenhausen í árunum 1936 til 1945.
Ákærurnar snúðu seg m.a. um, at maðurin sum 21 ára gamal hjálpti við at avrætta fleiri sovjetskar fangar í 1942. Eisini varð hann ákærdur fyri at drepa fangar við eitrandi gassinum Zyklon B.
101 ára gamli maðurin hevur ikki sitið í varðhaldi í sambandi við rættarmálið, sum byrjaði í 2021. Málið varð eisini fleiri ferðir útsett orsakað av heilsuni hjá manninum. Orsakað av høga aldri hansara, væntast hann heldur ikki at skula inn at sita.
Sakførari hansara sigur, at dómurin verður kærdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald