Innanlands

Fimm bilar fingu skaða í hálkuni

Tvey ferðsluóhapp vóru í hálkuni seinnapartin í gjár og í gjárkvøldið. Eingin fólkaskaði

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-11-24 07:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk seint seinnapartin í gjár fráboðan um tvey ferðsluóhapp í nógvu hálkuni.

Á Villingardagsvegnum í Havn vóru tríggir bilar, sum fóru á glið og rendu á hvønn annan. Ferðin var ikki nógv, og bert lítil materiellur skaði stóðst av hendingini.

Við barnagarðin Mylnuhúsið í Klaksvík var eisini eitt lítið ferðsluóhapp. Har var ein bilur, sum var farin á glið, og rendi á ein annan. Júst tá var løgreglan í Klaksvík upptikin við aðrari uppgávu, so sløkkiliðið varð sent á staðið at hjálpa bilinum avstað aftur.

Men tá sløkkiliðsleiðarin kom á staðið vóru eingir bilar. Kortini fekst samband við annan bilføraran seinni, tí viðkomandi ringdi inn í sambandi við at skaðin skal fráboðast til tryggingarfelag.

- Tað var sera hált í gjárkvøldið. Sjálvt sløkkiliðsleiðarin segði, at tað var hált, og hann hevur góð dekk, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Í morgun hevur verið friðarligt, og eingin fráboðan um nakað óhapp. Á høvuðsvegunum er saltað, men fólk skulu framvegis ansa sær á síðuvegunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder