Innanlands

Fimm bilførarar tiknir í Havn

Tveir koyrdu ávirkaðir, og tríggir koyrdu ov skjótt

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-09-06 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið og í nátt vóru nógv fólk í býnum í høvuðsstaðnum, og hevur tað givið løgregluni fitt av arbeiði.

Millum annað vórðu tveir bilførarar í økinum tiknir fyri at koyra ávirkaðir um klokkan hálvgum tvey. Tann eini rendi á ein garð.

Sambært vaktleiðaranum á politistøðini standa teir báðir til at missa koyrikortið.

Eisini var løgreglan úti og gjørdi ferðamátingar á Glyvurvegnum í Havn.

– Tað er í bygdum øki, har mann bert hevur loyvi at koyra 50 km/t, men vegurin er so breiður, at nógv kanska kunnu freistast til at koyra eitt sindur skjótari, sigur vaktleiðarin.

Trý mál vórðu skrivað.

Ein fekk treytaða frádøming av koyrikortinum fyri at koyra 98 km/t. Talan var um ein bilførara, sum hevði havt koyrikort í minni enn tvey ár, og nú má hann taka koyrikortið av nýggjum.

Hinir báðir førararnir fingu klipp fyri at koyra ávikavíst 75 km/t og 78 km/t.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder