2025-10-21 09:14

Ferðsluløgreglan var úti og máldi ferð í gjár, og hetta førdi til at fimm bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Millum fjarða fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra 103 og 104 kilometrar um tíman.
Og í bygdum øki á landsvegnum gjøgnum Søldarfjørð fingu eisini tveir bilførarar klipp í kortið. Teir koyrdu 74 og 72 kilometrar um tíman, har hægst loyvda ferðin er 50.
Og á Havnarvegnum – tað er nýggi innkoyringarvegurin oman fyri Hvítanes og Hoyvík, tók løgreglan koyrikortið frá einum bilførara. Ferðin á hesum bilinum varð máld til minst 104 kilometrar um tíman. Á Havnarvegnum er loyvt at koyra 60 kilometrar um tíman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald