Innanlands

Fimm fingu klipp í kortið

Børnini vóru ikki rætt íbundin – tað er ábyrgdin hjá bilføraranum

2023-10-31 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fimm bilførarar í Eysturoynni fingu í gjár bót og klipp í koyrikortið fyri ikki at hava børn síni rætt íbundin í bilinum,.

Løgreglan gjørdi í gjár nøkur málrættað átøk mótvegis børnum í bilum. Nakrir skúlar í Havn vórðu vitjaðir, men her vórðu ongi mál uppskrivað, bert nakrar átalur givnar.

Í Eysturoynni vórðu nakrir dagstovnar vitjaðir, og her vóru tað minst fimm børn, sum ikki sótu íbundin ella rætt íbundin, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.

Ferðsluløgreglan gjørdi eisini kanningar í Havn í gjár. Ein bilførari varð skuldsettur fyri at tosa í fartelefon. Ein annar fyri ikki hava røtt ljós á bilinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder