Uttanlands

Fimm fólk eru í horvna undirvatnshylkinum

Enn er ikki eydnast bjargingarliðum at finna farið – avmarkað er hvussu nógv súrevni er eftir í hylkinum

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2023-06-20 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikansk og kanadisk bjargingarlið arbeiða nú móti tíðini í royndini at finna eitt ferðafólka-undirvatnsfar, sum sunnudagin hvarv undir kaving niður til vrakið av Titanic.

Fimm fólk vóru umborð, tá sambandið við farið slitnaði okkurt um ein tíma og 45 minuttir eftir at farið kavaði, skrivar BBC.

Leitað hevur verið í alla nátt tó uttan at hava funnið nakað.

Í gjár varð hildið, at fólkinu í undirvatnshylinum høvdu súrevni til at kunna klára seg í fýra samdøgur.

Millum ferðafólkini er ein bretskur milliardingur, Hamish Harding. Eisini pakistanski vinnulívsmaðurin Shahzada Dawood og sonur hansara Suleman eru við, hevur familjan boðað frá.

Hildið verður eisini, at franski rannsóknarfararin Paul-Henry Nargeolet eisini er við, sambært eini dagføring, sum Hamish Harding legði út undan ferðini.

Fimti persónurin er Stockton Rush, sum er stjóri í felagnum OceanGate, ið er felagið, ið skipar fyri hesum ferðum, skrivar BBC.

- Júst nú er okkara fokus at skaffa so nógva hjálp sum gjørligt at vera við í leitingini, segði John Mauger frá US Coast Guard á tíðindafundi í gjár.

Herflotaskip, ein kavbátur og sonarboyur higartil brúkt í leitingini.

Vrakið av Titanic liggur umleið 435 fjórðingar suður úr St. John’s í Newfoundlandi, men leitingin verður samskipað úr Boston í Massachusetts.

Horvni undirvatnshylkið er ikki ein rættiligur kavbátur, tí motormegin er ógvuliga avmarkað. Farið verður tí sett út frá einum skipi, ið fylgir við. Men sambandið millum fylgiskip og undirvatnshylki er avmarkað til smærri tekstboð. Tað er ikki møguligt at brúka GPS ella radiobylgjur, tí slíkt virkar ikki niðri í sjónum, skrivar BBC.

Fólkini, sum eru umborð hava heldur ongan møguleika fyri at sleppa sær út, tí tey eru siglað inni í hylkinum við boltum, ið eru ísettir úttanífrá, og kunnu einans loysast uttanífrá. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder