2020-04-18 10:20
Tíðliga seinnapartin í gjár var ein harður samanstoytur millum tveir bilar við brúnna um Streymin.
Í gjár segði løgreglan, at samanstoyturin var so mikið harður, at báðir bilarnir gjørdust vrak. Eisini varð boðað frá, at í minsta lagi ein persónur varð koyrdur á sjúkrahúsið til kanningar.
Les eisini: Harður samanstoytur við Streymin
Í morgun sigur løgreglan, at fimm fólk vóru í óhappinum. Trý í eina bilinum og tvey í hinum. Øll vórðu tey koyrd á sjúkrahúsið til kanningar, men eingin teirra hevur fingð álvarsligan skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald