Nú styttist til árliga tiltakið, tá Mentanarvirðislønir Norðurlandaráðsins verða handaðar. Í ár fer tiltakið fram í Operuni í Oslo týskvøldið 30. oktober, og fimm føroysk nøvn eru tilnevnd.
Tað skrivar Mentamálaráðið á heimasíðu sína.
Til Bókmentavirðislønina er Jóanes Nielsen tilnevndur fyri yrkingasavnið "Gudahøvd" frá 2017. Hetta er 6. ferð, at Jóanes er innstillaður til virðisløn Norðurlandaráðsins.
Tveir føroyingar eru tilnevndir til Barna- og ungdómsvirðislønina.
Bárður Oskarsson er tilnevndur fyri myndabókina "Træið" frá 2017. Hetta er 3. ferð, at Bárður er tilnevndur til Barna- og ungdómsvirðislønina.
Rakel Helmsdal er eisini tilnevnd, men tað sermerkta er, at hon er tilnevnd úr Íslandi fyri bókina "Skrímsli í vanda" frá 2017, sum hon hevur gjørt saman við íslendsku Áslaug Jónsdóttir og svenska Kalle Güettler.
Til tónleikavirðislønina er tónleikabólkurin Hamferð tilnevndur fyri útgávuna "Támsins likam".
Felagið Green IQ úr Hvalvík er tilnevnt umhvørvisvirðislønina fyri serligu skipana, ið kann skilja olju frá vatni umborð á skipi. Skipanin, nevnd Green Arc, tekur oljuna úr lensivatninum uttan at nýta kemikaliu ella filtur.
Meira kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald