Innanlands

Fimm koyrdu ov skjótt í gjár

Tað bleiv til tvey klipp og tríggjar treytaðar frádømingar, tá løgreglan kannaði ferðsluna á Fuglafjarðarvegnum fríggjamorgunin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-26 09:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðslukanningar á Fuglafjarðarvegnum. Nógvir bilar vórðu steðgaðir, og har vóru fimm, sum koyrdu ov skjótt.

Ein bilførari fekk klipp fyri at koyra 110 kilometrar um tíman, hóast mest loyvda ferðin er 80, og ein bussførari fekk klipp fyri at koyra 92 kilometrar um tíman. Hjá bussum er mest loyvda ferðin 70, og skal minni til, áðrenn klipp verður givið.

Tríggir bilførarar koyrdu so skjótt, at teir fingu eina treytaða frádøming. Teir koyrdu ávikavist 120, 121 og 122 kilometrar um tíman.

Í nátt varð ein bilførari eisini tikin fyri rúsdrekkakoyring í Syðrugøtu.

Hann varð handtikin, blóðroynd varð tikin, og síðani varð hann leyslatin aftur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at seinasta samdøgrið annars hevur verið rættiliga friðarligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder