2020-11-13 09:41

Á tingfundinum, sum er lýstur at byrja fyrrapartin, eru fimm 1. viðgerðir á skránni.
Talan er m.a. um uppskot um CPR-nummar í Føroyum, uppskot til yvirvøku við vakmyndatóli, og uppskot um broyting í ALS-lógini.
Á skránni er eisini atkvøðugreiðsla og framløga.
Tingfundurin byrjar klokkan tíggju. Skráin er soljóðandi:
- Atkvøðugreiðsla SS-002/2020 - Endurskoðan av lærugreinabýtinum í fólkaskúlanum
- 1. viðgerð LM-043/2020 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af visse bestemmelser i lov om Det Centrale Personregister (CPR-loven)
- 1. viðgerð LM-044/2020 - Uppskot til løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli
- 1. viðgerð LM-051/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS- lógin) (Norðurlendski sáttmálin um almannatrygd, hækking av arbeiðsloysisstuðli, eftirlønargjald o.a.)
- 1. viðgerð LM-052/2020 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar anordning om ændring af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed (Ændringer af kriterier for SIFI-udpegning på Færøerne)
- 1. viðgerð LM-056/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Fiskidagaskipanin, leingja um gildistíðina á rættindum, føroyskir smábátar, tillagingar og fylgibroytingar)
- Framløga
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald