Í gjár vórðu fimm nýggir smittutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tey fimm eru smittað í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 1.006 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 131.130 kanningar gjørdar, upplýsir Heilsumálaráðið.
Tilsamans hava 472 persónar nú fingið staðfest smittuna í Føroyum, av teimum eru 429 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 43 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.
198 persónar eru í sóttarhaldi.
Dagførd kl. 16.45: Talið á persónum í sóttarhaldi rættað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald