placeholder
Innanlands

Fimm nýggir tilburðir

145 fólk eru smittað við korona í løtuni, og fleiri enn 1.000 fólk bíða eftir svari

2020-08-15 10:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru 145 staðfest smittað við korona í Føroyum, vísa nýggjastu tølini frá Heilsumálaráðnum.

Sostatt eru fimm tilburðir lagdir afturat síðan í gjár, og er samlaða talið á skrásettum tilburðum í Føroyum nú komið upp á 370.

Í fyrru helvt av vikuni, vórðu fleiri enn 10 nýggir tilburðir staðfestir um dagin, men síðan hósdagin hevur talið á nýggjum tilburðum verið munandi lægri.

Hesi tølini byggja á 68.620 kanningarúrslit, og bíða fleiri enn 1.000 fólk eftir svari í løtuni.

Enn eru fleiri enn 900 fólk í sóttarhaldi, og eingin er innlagdur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder