Innanlands

Fimm nýggir tilburðir - allir partur av kendum smittuketum

Tvey fólk eru staðfest frísk aftur, og tað eru tjúgu færri í sóttarhaldi enn í gjár. 845 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið

2021-06-09 12:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

845 koronukanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. 

Í hesum kanningunum vórðu fimm nýggir smittutilburðir staðfestir. Tvey eru staðfest frísk síðani í gjár, tá 37 aktivir tilburðir vóru. Harvið eru 40 smittaði við koronu í Føroyum í løtuni.

Allir tilburðirnir, sum eru staðfestir seinasta samføgrið, eru partur av kendum smittuketum, skrivar corona.fo.

255 fólk eru í løtuni í sóttarhaldi. Í gjár var talið 275. Eingin er innlagdur í samband við smittuna.

747 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 709 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Farsóttarnevndin hevur fund um koronustøðuna í dag.


placeholder
placeholder