2021-09-15 12:16

Í gjár vórðu fimm nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Allir persónar eru smittaðir í Føroyum. Í tveimum førum er smittukeldan ókend, meðan smittukeldan er kend í hinum trimum førunum, skrivar corona.fo.
Seinasta samdøgrið eru trý fólk eisini staðfest frísk, og sostatt hækkar talið á positivum í løtuni bert upp í 34.
609 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. 252 fólk eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald