Innanlands

Fimm nýggir tilburðir staðfestir í gjár

Tey eru øll smittað í Føroyum – Í løtuni eru 13 fólk smittað

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-13 11:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fimm nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Talan er um fimm persónar, sum eru smittaðir í Føroyum. Allir persónar eru partur av einari smittuketu, sum Landslæknin kennir til, og teir eru nú avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina, skrivar Heilsumálaráðið.

Støðan er nú tann, at tilsamans 423 fólk hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 410 eru staðfest frísk aftur, og eru sostatt 13 fólk smittað í løtuni.

108.270 kanningar eru nú gjørdar.

Ein er í løtuni innlagdur í sambandi við koronasmittuni. 14 fólk eru í sóttarhaldi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder