Innanlands

Fimm starvsfólk á barna- og ungdómsøkinum heiðraði

Fríggjamorgunin var hugnaløta á barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-06-24 19:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjamorgunin var hugnaløta á barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu, tá fimm starsvfólk, sum hava rundir starvsdagar, vórðu heiðraði.

Heðin Mortensen, borgarstjórin helt røðu fyri hvørjum einstøkum starvsfólki og handaði teimum eina gávu, skrivar Tórshavnar kommuna.

Borgarstjórin segði m.a., at tað er onki sum gleðir ein borgarstjóra meira enn trúgv starvsfólk við longum áramáli í starvinum, tí tað kann bara benda á góðan trivnað, og at starvsfólkini, eftir øllum at døma, eru og hava verið góð við tykkara arbeiði og arbeiðspláss.

Heðin Mortensen vísti á, at tað hevur alstóran týdning, at barna- og ungdómsøkið hevur starvsfólk við drúgvum royndum. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og sum hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.

At endað takkaði borgarstjórin starvsfólkunum fyri teirra stóra íkast og drúgvu tænastu fyri børnini og foreldrini í kommununi.

Starvsfólkini, sum vórðu heiðrað, eru hesi:

  • Maria Johannesen, 25 ára starvsdag
  • Edda Hjartvardsdóttir, 20 ára starvsdag
  • Jan Mølvad Laursen, 10 ára starvsdag
  • Bjarni Beder, 10 ára starvsdag
  • Angela Fagranes, 10 ára starvsdag
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder