Onkuntíð kennst ein ikki serliga sjúkur, tá ein hevur blóðtøpp í heilanum, og tí kann vandi vera fyri, at man ikki varnast hann, fyrr enn tað er ov seint. Um man ger nakað við tað beinanvegin, er minni kjansur fyri at fáa varandi mein.
Sambært DR reagera nógv ikki, fyrr enn tað er ov seint. Tí hevur DR gjørt ein lista yvir fimm sjúkueyðkenni, ið kunnu vera tekin um blóðtøpp í heilanum.
- Tú gerst lamin í aðrari síðuni av andlitinum.
- Tú hevur trupulleikar við at tosa ella við at finna røttu orðini.
- Tú hevur trupulleikar við at skilja tað, ið verður sagt við teg.
- Tú gerst lamin í aðrari síðuni av kroppinum ella missir megina ella følilsi í ørmum og beinum.
- Tú byrjar knappiliga at síggja dupult.
Varnast man, at man møguliga hevur blóðtøpp í heilanum, skal man ringja 112 beinanvegin. Fær man ikki viðgerð beinanvegin, er størri kjansur fyri, at man fær varandi mein ella, at man í ringasta førinum doyr.
Ein blóðtøppur í heilanum kann viðgerast við heiluvági, ið upploysir blóðtøppin. Hetta verður rópt trombolysa. Tess skjótari blóðtøppurin verður viðgjørdur, tess fleiri heilakyknur yvirliva, og sjúklingurin fær færri varandi mein. Sjúklingurin má viðgerast innanfyri 4,5 tímar eftir, at sjúklingurin hevur merkt tekin um blóðtøppin.
"Størsta avbjóðingin er, at tey flestu reagera ov seint ella yvirhøvur ikki, tá tey varnast tekin um blóðtøpp," sigur Rena Hoffman, sjúkrarøktarfrøðingur, við DR.
12000 danir fáa árliga staðfest blóðtøpp í heilanum.
Sambært landssjúkrahúsinum verða 120-130 tilburðir av blóðtøppi í heilanum staðfestir árliga í Føroyum.
Størstu orsøkirnar til, at ein fær blóðtøpp í heilan eru royking, diabetes og ov høgt blóðtrýst. Tó eru tey flestu, ið fáa staðfest blóðtøpp í heilanum yvir 70 ár, men fólk í øllum aldri kunnu fáa tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald