
Í Vestmanna búgva nógvir tilflytarar av ymsum tjóðskapum, ið hava eina ríka mentan og siðvenju. Tí verður startskotið til ársins fjølmentaviku í Miðnámi í Vestmanna mikukvøldið.
Fjølmentanarvikan er ein mentanarvika, ið hevur sum endamál at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytnið í føroyska samfelagnum. Vikan byrjar í Vestmanna og heldur fram runt landið.
Til setanina fara tilflytarar í Vestmanna at vísa fram dans, list og tónleik úr sínum heimlandi. Harumframt vera smakkiroyndir av mati úr fjarskotum londum at fáa.
Skráin fyri setanartiltakið
- Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini í Vestmanna kommunu, bjóðar vælkomin
- Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, vísir á hvaðani tilflytararnir í Vestmanna eru ættaðir
- Kórið Silvitni, framførir eina sirpu av sangum úr ymsum heraðshornum
- Daysi Lagos Jóanesarson úr Honduras greiðir frá, hvussu tað var at koma til eitt lítið samfelag
- Mariano Lopez úr Guatemala vísir dans úr sínum heimlandi
- Sergio Muñoz úr Meksiko og Cinthia González úr Kili framføra suðuramerikanskar tónar og ein slagara úr Vestmanna á sponskum
- Smakkiroyndir av mati úr Meksiko, Honduras, Teilandi, Filipsoyggjum, USA og Rumenia
- Stella Zachariassen úr Sri Lanka vísir fram sína list
- Tekniborð vera til børnini, har tey kunnu lita fløgg. Mist verður eisini til børnini.
Tiltakið í Miðnámi byrjar klokkan 18.
Sergio Muños - ein av teimum, ið verður við á setanini av Mentanarvikuni (Savnsmynd)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald