Innanlands

Løgreglan: Herverk á í minsta lagi sjey bilar

Løgreglan vil framvegis hoyra frá fólki, sum halda seg vita okkurt um herverkini, sum eru framd á fleiri bilar í Havn

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-20 08:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnumorgunin boðaði løgreglan frá, at herverk varð gjørt á fleiri bilar í Havn, og vildi løgreglan fegin hoyra frá fólki, sum høvdu sæð okkurt í hesum sambandi.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at løgreglan higartil veit um sjey bilar, sum hava verið fyri herverki.

Talan er um tríggjar bilar í Bøgøtu, ein í Tróndargøtu, ein í Jákup Nolsøes gøtu, ein í Magnus Heinasonar gøtu, og ein á Landavegnum. Á øllum bilunum er hol stungið á eitt av dekkunum.

Tað er helst hent millum leygarkvøldið og sunnumorgunin.

Enn hevur eingin vent sær til løgregluna við upplýsingum, og eru fólk framvegis vælkomin at seta seg í samband við løgregluna, um tey halda seg vita okkurt um herverkini, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder