Innanlands

Fimm tilburðir afturat og 21 frísk

Talið av smittaðum í løtuni komið niður á 126

2020-08-19 17:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fimm fólk afturat hava í dag fingið boð frá landslæknanum um, at tey eru smittað við korona.

1.312 kanningar vórðu gjørdar í gjár, týsdagin 18. august, og av teimum vórðu fimm positivar. Tilsamans eru nú gjørdar 78.471 koronakanningar í Føroyum.

Tilsamans hava nú 382 fólk havt smittuna. Men talið av smittaðum minkar nú í stórum, tí 21 persónar eru í dag staðfestir frískir aftur, so talið av smittaðum nú er 126 persónar, vísir nýggjasta uppgerðin frá landslæknanum.

Tríggir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við koronasmittuna. Ein teirra liggur á intensivu deild.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder