Starvið sum rektari á Miðnámsskúlanum á Kambsdali varð lýst leyst sum avloysarastarv 21. september. Freistin at søkja tað var nú sunnudagin 15. september.
Nú er greitt, hvussu nógv eru í spæl til sessin, sum Hanna Jensen hevur latið staðið tóman fyri at framhaldandi hava sæti á Løgtingið. Gøtukvinnan gjørdist føst á tingi, eftir at Framsókn kom í samgongu eftir síðsta val. Síðani hevur nakað av óvissu verið um rektarastarvið á Kambsdali.
Kringvarpið skrivar í dag, at fimm fólk søktu um at gerast rektari í Miðnámsskúlanum á Kambsdali. Talan er um bæði kvinnur og menn, ið hava søkt.
Starvið sum virkandi rektari á Miðnámi á Kambsdali verður í fyrstu syftu sett fram til 1.august 2025.
Miðám á Kambsdali hevur umfatandi virksemi. Persónurin, ið fær starvið, kann millum annað síggja fram til at fáa slakar 60.000 krónur um mánaðin í løn.
Ein setanarnevnd skal viðgera umsóknirnar, skrivar kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald