Innanlands

Fimm uppskot úr Føroyum til umhvørvisvirðisløn

Tvær alifyritøkur, ein matstova og tvey serlig átøk eru í uppskoti úr Føroyum til umhvøvisvirðisløn Norðurlandaráðsins

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-08 09:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fimm uppskot komu úr Føroyum, tá Norðurlandaráðið herfyri bað fólk um at koma við uppskotum til hvør skal fáa umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í ár.

Umhvørvisvirðislønin er einasta av heiðurslønunum hjá Norðurlandaráðnum, har almenningurin hevur møguleika fyri at koma við uppskotum til innstilling. Í øllum hinum bólkunum, er tað serfrøðingabólkar úr timum einstøku londunum, sum innstilla.

Uppskot komu til 109 ymisk átøk í ár, og tað er met, skrivar norden.org.

Evnið fyri Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins í ár er burðardyggar matvøruskipanir. Hetta evnið rakar fýra av málunum fyri buðrardygd hjá ST, nevniliga nummar 12: Tryggja burðardygg nýtslu- og framleiðslumynstur, nummar 13: Sum skjótast seta í verk bráðneyðug átøk at berjast ímóti veðurlagsbroytingum og avleiðingum av teimum. Nummar 14: Varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning. Og nummar 15: Verja, endurbøta og virka fyri burðardyggari nýtslu av jarðvistskipanum, á burðardyggan hátt røkja skóg, berjast ímóti oyðimarkarmyndan, steðga og venda landtýningum og lívmargfeldismissi.

Uppskotini úr Føroyum eru hesi: Maud Wang Hansen, Pf. Bakkafrost, Hiddenfjord, KOKS og Matkovin. 

Fyrst í september verður almannakunngjørt, hvørji átøk eru innstillað til virðislønina, og hvør vinnur, verður avgjørt í sambandi við ársfundin í Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn í november.

Í fjør fekk Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy virðislønina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder