Innanlands

Fimm vinnukavarar staðið endaligu royndina

Tað er eftirspurningur eftir kavarunum, og hava fleiri teirra longu fingið bjóðað arbeiði

Frá vinstru: Janus Joensen, lærari, John Villi W. Leo, Allan Jacobsen, Andreas Dam Poulsen, Helgi Jacobsen, Torkil Dalsgaard og Høgni Kjeld, próvdómari.

Frá vinstru: Janus Joensen, lærari, John Villi W. Leo, Allan Jacobsen, Andreas Dam Poulsen, Helgi Jacobsen, Torkil Dalsgaard og Høgni Kjeld, próvdómari.

2023-07-08 14:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin avgreiddu fimm kavarar endaligu royndina í sambandi við grundútbúgving teirra innan vinnukaving.

Grundútbúgvingin gevur kavarunum møguleika at arbeiða sum lættir vinnukavarar niður á 30 metra dýpi.

Tað er eftirspurningur eftir kavarunum, og hava fleiri teirra longu fingið bjóðað arbeiði. Teir flestu, ið hava prógv sum lættir kavarar arbeiða innan alivinnuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder