Innanlands

Fimmtiára starvsdagur á Umhvørvisstovuni

Svanna Justinussen hevði sín fyrsta starvssdag á Matrikulstovuni, sum seinni gjørdist partur av Umhvørvisstovuni, 1. september 1975

Svanna Justinussen (Mynd: Umhvørvisstovan)

Svanna Justinussen (Mynd: Umhvørvisstovan)

2025-09-06 09:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. september 2025 var ein serligur dagur hjá teimum á Umhvørvisstovuni, tí tá kundu tey hátíðarhalda ein 50 ára starvsdag.

1. september vóru nevniliga 50 ár liðin, síðani Svanna Justinussen varð sett í starv sum skrivstovufólk á Matrikulstovuni, sum seinni gjørdist partur av Umhvørvisstovuni. Svanna hevði sín fyrsta starvssdag 1. september 1975.

– Tá vóru nógv arbeiði í gongd við matrikuleringum og útskiftingum, og stórur partur av arbeiðinum hjá Svannu var at dagføra matrikulin og reinskriva gerðabøkur. Svanna hevur verið við síðani alt arbeiði var gjørt á pappíri, til at tað í dag í høvuðsheitum er talgilt, skrivar Umhvørvisstovan.

– Í januar 2007 gjørdist Matrikulstovan partur av Umhvørvisstovuni, og har hevur Svanna hildið fram við sínum týðandi arbeiði. Sama summar flutti Landsfólkayvirlitið eisini inn í Umhvørvisstovuna, og síðan tá hevur Svanna verið fastur partur av toyminum, sum røkir Landsfólkayvirlitið.

– Við sínum drúgvu royndum, síni eyðmjúku framferð og sínum trúfesti, hevur Svanna verið ein týðandi grundarsteinur í arbeiðinum gjøgnum øll hesi árini, skrivar Umhvørvisstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder