Innanlands

Fingu frádøming av førararættinum fyri at koyra ov skjótt

Tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra nógv meira enn 30 km/t yvir tað loyvda í Sundalagnum í gjár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-10-02 08:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir bilførarar fingu í gjár treytaða frádøming av koyrikortinum og bót fyri at koyra við alt ov nógvari verð.

Báðir vórðu tiknir í Sundalagnum fyrrapartin. Annar koyrdi 113 og hin 112 kilometrar um tíman á landsveg.

Fyrrapartin var ein bilførari avdúkaður í Hoyrík fyri at tosa í fartelefon meðan hann koyrdi. Hetta gevur klipp í koyrikortið.

Og í Suðuroy koma ofta fráboðanir um leysgangandi seyð millum húsini. Í gjár koma tvær fráboðanir, onnur úr Lopra og hin úr Trongisvági. Í báðum førum vóru boðini send víðari til aktingarmannin á staðnum, upplýsir løgreglan.

Seinnapartin í gjár koyrdi ein bilur á ein seyð á Vestmannavegnum. Viðkomandi boðaði løgregluni frá, sum kundi senda boðini víðari til tann, ið varðar av haganum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder