Seint seinnapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at nógv olja lá á vegnum ymsastaðni í Havn, og millum Havnina og Kollafjørð.
Hetta elvdi til hálku, og sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini, fekk løgreglan eini 100 fráboðanir um bilar, sum vóru farnir á glið ella vóru nær við.
Í Havn var tað serliga ringt rundanum Dalavegin, Marknagilsvegin og Hvítanesvegin, og av tí at tað regnaði, rann olja eisini oman til síðuvegirnir. Sløkkiliðið og Landsverk vóru tó skjótt úti og fingu reinsað vegin, og tíbetur var eingin fólkaskaði, sigur vaktleiðarin.
– Ein bilur og eitt prutl fingu skaða, men har var tíbetur eingin fólkaskaði.
Helst er tað ein oljubilur hjá Magn, sum hevur likið oljuna, og helst er tað ein mekaniskur feilur, sum er orsøkin, sigur vaktleiðarin. Hann leggur afturat, at hann veit ikki at siga, hvat kemur at henda í málinum, sum skal kannast nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald