Síðan mitt í 1980-unum hevur Finleif Mortensen javnan havt málningaframsýningar í Smiðjuni í Lítluvík.
Nú er hann aftur í Smiðjuni við einari spennandi framsýning.
Sjálvt um Finleif fyrr í ár fór um tey 60, er hansara list altíð nýggj og spennandi. Finleif er ein, sum best dámar at hyggja frameftir og hugsa øðrvísi, men tó uttan at missa tað burtur, sum hann er kendur fyri – føroysku bygdaløgini.
Á framsýningini í Smiðjuni í Lítluvík finna vit tí bæði bygdalagsmálningar, abstrakta list og kompositiónir sum hava íblástur úr formum og skapum í nattúruni, har Finleif dámar væl at vera, og finnur nógvan íblástur.
Ein málningur á framsýningini, sum er ein abstrakt nátturulýsing, fyllir allan endaveggin í Smiðjuni í Lítluvík. Málningurin er samansettur av trimum løriftum.
Umframt at hava framsýningar í Føroyum er Finleif eisini virkin í Danmark og Íslandi. Fyri stuttum hevði hann eina stóra framsýning á Kunstbygningen Filosoffení Odense.
Framsýningin letur upp í dag, 7. november kl. 16, og er opin til kl. 19. Opið er gerðandisdagar frá 11 til 19 og sunnudag frá 13 til 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald