Innanlands

Finn Jakobsen dømdur fyri at flyta 3,4 milliónir úr P/f Flatnahagi

Fyrrverandi stjórin í Magn hevur í dag fingið 1 ár og seks mánaða trytaleysa fongsulsrevsing fyri fíggjarligan undandrátt. Málið er kært til Landsrættin

2025-10-07 12:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fongsul í eitt ár og seks mánaðir fyri "mandatsvig" - fíggjarligan undandrátt.

Soleiðis ljóðaði dómurin í Føroya Rætti í dag, har dómur er sagdur ímóti málinum móti Finn Jakobsen, fyrrverandi stjóra í Magn.

Í útvarpstíðindunum hjá Kringvarpinum staðfsti rættarrapportarin, at fyrrverandi stjórin hevur fingið treytaleysa fongsulsrevsing fyri at ólógliga flyta samanlagt beint undir 3,5 milliónir úr Pf. Flatnahagi.

Magn og tryggingarfelgið LÍV eiga partafelagið,  

Finn Jakobsen er dømdur fyri at flyta pengar til eitt felag á Dubai seks ferðir á heysti í fjør. Upphæddirnar vóru millum 60.000 og 1,8 milliónir krónur.

Sambært Frihedsbrevet fóru upphæddirnar úr føroyska partafelagnum til felagið Assuret Solutions Limited í Dubai, fyri at Finn Jakobsen kundi nýta peningin sjálvur í trongari støðu.

Hetta framgongur ikki í ákæruritinum, men atgerðin kemur undir undandrátt. 

Ákæruvaldi kravdi, at fyrrverandi stjórin í Magn skuldi sita í varðhaldi til dómurin kann viðgerast í landsrættinum, men hetta vísti Føroya Rættur aftur, eitt nú við teirri grundgeving, at Finn Jacobsen, hevur samstarva væl við myndugleikarnar, meðan málið hevur verið kannað.

Kæra til landsrættin

Finn Jacobsen hevur í samráð við verja sín, Christian Andreasen, gjørt av at skjóta dómin inn fyri landsrættin.

Málið verður kært í fyrsta lagi fyri at gera revsingina treytaða og í øðrum lagi linari. Christian Andreasen sigur, at tað er ikki vanligt at døma treytaleysa fongsling, tá ákærdi hevur játtað seg sekan og goldið alla upphæddina aftur.

Hann er heldur ikki samdur við rættin í eini  ákæru, har Finn Jacobsen er dømdur fyri eina roynd at fremja fíggjarsvik. Ein ákæra, sum Finn Jacobsen hevur víst aftur, og sum verjin sigur heldur ikki er skjalprógvað í rættinum.

Ákæruvaldið kravdi tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing umframt at fyrrverandi stjórin skuldi inn at sita beinanvegin í varðhaldsfongsli til málið kemur fyri í landsrættinum.

Hetta kom óvart á verjan, sum ikki hevur uppliva slíkt krav í máli sum hesum, uttan at verjin er kunnaður um hetta frammanundan.

Men rætturin tók ikki undir við ákæruvaldinum í hesum partinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder