Magn hevur fingið nýggjan forstjóra. Nevndin í Magn hevur gjørt av at seta Finn Jakobsen í starv sum forstjóri í felagnum.
Finn Jakobsen, sum er 53 ára gamal, hevur seinastu umleið fýra árini verið tekniskur stjóri hjá Magn.
Eisini hevur Finn Jakobsen starvast hjá SEV í nógv ár, fyrst sum verkfrøðingur og síðan sum rakstrarleiðari. Harumframt var hann eitt tíðarskeið í starvi hjá ráðgevandi verkfrøðingafyritøku í Danmark. Finn Jakobsen er útbúgvin sterkstreymsverkfrøðingur og elektromekanikari.
Nógvir væl skikkaðir umsøkjarar vóru til starvið sum forstjóri, sigur Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Magn, sum fegnast um stóra áhugan fyri fyritøkuni.
Fremsta uppgávan hjá forstjóranum verður at tryggja, at Magn framhaldandi verður ein sterkur orkuveitari í Føroyum. Eisini skal hann standa fyri skiftinum til grøna orku, millum annað við vindmyllulundini í Flatnahaga.
– Vit meta, at Finn Jakobsen hevur røttu førleikarnar at standa á odda fyri Magn og møta teimum avbjóðingunum og møguleikunum, sum liggja fyri framman. Sum tekniskur stjóri hevur Finn Jakobsen havt ein týðandi leiklut í at menna grønu orkuloysnirnar hjá Magn. Harumframt hevur hann drúgvar leiðsluroyndir og hevur neyvt innlit í øll rakstrarøkini hjá Magn, sigur Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Magn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald