Uttanlands

Finnland letur upp fyri fleiri londum – men ikki Svøríki

Markið millum Finnland og Svøríki er framhaldandi stongt

2020-07-09 09:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Finska stjórnin hevur tikið avgerð um at lata upp fyri ferðandi frá 12 evropeiskum londum afturat.

Nýggju londini, hvørs borgarar nú kunnu ferðast til og úr Finnlandi, eru Niðurlond, Belgia, Italia, Eysturríki, Grikkaland, Malta, Týskland, Slovakia, Slovenia, Ungarn, Liktinstein og Sveits.

Harafturat verður eisini latið upp fyri ferðandi úr og til Kýpros, Írland, Andorra, San Marino og Vatikanstatin. Eisini arbeiðarar úr Teilandi kunnu koma til Finnlands fyri at heinta ber, skrivar NRK.

Orsøkin er, at koronasmittan í hesum londum er so mikið lág, at tað ikki verður mett sum ein vandi í Finnlandi.

Frá 15. juni hava fólk úr Noregi, Estlandi, Litava, Lettlandi, Danmark (herundir Føroyum) og Íslandi kunnað ferðast til Finnlands.

Norðbúgvum dámar væl at ferðast til Finnlands, men størsta norðurlandið, grannalandið Svøríki, er framvegis avbyrgd fyri ferðing til og úr Finnlandi.

Orsøkin er, at smittan framvegis herjar í Svøríki. Í Norrbotten, sum hevur landamark til Finnlands, eru 10 persónar í løtuni innlagdir á sjúkrahúsi við koronasmittu. Seinasta samdøgrið eru 14 fólk smittað í norðasta landslutinum í Svøríki, har tilsamans 73 fólk eru deyð við koronavirus, skrivar NRK.

- Í løtuni sær tað úr til at Svøríki er komið yvir tað ringasta, og at støðan er í batningi. Men í Norðursvøríki, í Gällivare, til dømis, er støðan órógvandi, sigur finski uttanríkisráðharrin, Pekka Haavisto við finska kringvarpið, YLE.

Í norðursvensku kommununi Haparanda, sum liggur upp at finska markinum, eru tey vónbrotin.

- Hetta er ein keðilig avgerð. Eg rokni ikki við, at henda avgerðin er við til at minka um smittuna. Hetta er ikki nøkur haldbær loysn, borgarstjórin í Haparanda, Sven Tornberg, við SVT.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder