Innanlands

Finst politisk semja, verða tunlarnir norður um Fjall framskundaðir

Enn er ov tíðliga at siga hvat úrslitið av politisku viðgerðini verður, sigur løgmaður

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-04 20:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aksel V. Johannesen hevur svarað grein 52 fyrispurningini frá Bill Justinussen, tingmanni fyri Miðflokkin. Hann spurdi um ætlaninar hjá samgonguni við tunlunum norð um fjall.

Løgmaður sigur í svarinum at arbeiðsbólkurin sum varð settur 17. mai er komin á mál við sínum arbeiði, og nú byrjar politiska viðgerðin.

Arbeiðsbólkurin mælir millum annað til at raðfesta tunlarnar norður um Fjall, tí farleiðin ikki er tíðarhóskandi longur.

- Tað er ov tíðliga at siga, hvat úrslitið av politisku viðgerðini verður. Um tað eydnast at finna eina politiska semju, kunnu tunlarnir norður um Fjall verða gjørdir skjótari enn upprunaliga ætlað.

- Landsstýrið miðar eftir at fáa so breiða undirtøku fyri íløguætlanini sum gjørligt, og tí verður andstøðan í næstum boðin við í arbeiðið, sigur Aksel. V. Johannesen.

Sambært íløgukarmunum standa tunlarnir orður um Fjall í løtuni fyrst fyri tørni eftir at Hvalbiartunnilin er liðugur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder