Innanlands

Fishfacts: Frágreiðingin um russiskan fiskiskap

Frágreiðingin sum 15 fyritøkur hava umbiðið, er tøk her

Óli Samró er stjóri í fyritøkuni Fishfacts (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Samró er stjóri í fyritøkuni Fishfacts (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-15 09:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fishfacts legði fyrrapartin í gjár fram frágreiðingina, "Russiski fiskiskapurin í Irmingarhavinum, føroyskum og altjóða sjógvi frá 2020 til 2023".

Ein av niðurstøðunum er, at russisk fiskiskip í alsamt størri mun bunkra og umskipa á opnum havi.

Staðfest verður, at ongar umskipanir ella bunkringar vóru fram á opnum havi í 2020 og 2021. Í 2022 fóru tríggjar umskipanir og tríggjar bunkringar fram á opnum havi, og í 2023 eru higartil staðfestar níggju umskipanir og tíggju bunkringar á opnum havi.

Frágreiðingin er umbiðin av einari røð av fyritøkum. Fyritøkurnar eru hesar: Bergfrost, Christian í Grótinum, Enniberg, Effo, Faroe Agency, Faroe Ship, Framherji, JFK, Magn, North Pelagic, KBI, KJ, KSS, Varðin og Vónin.

Frágreiðingin kann lesast og heintast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder