Fiskavirkið P/F og sølunavnið PRG eru ímyndin av stóra vinnuvirkseminum í Norðragøtu, sum hevur eina ríka søgu at visa á, og sum ígjøgnum mong ár hevur verið størsta arbeiðspláss á landi í Gøtu.
Fiskavirkið framleiðir serliga saltfiskavørur. Ráðvøran verður keypt frá føroysku línuskipunum umvegis uppboðsølurnar. Síðan verður vøran góðska til fyrsta flokks saltfiskavøru á virkinum í Norðagøtu. Vøran verður seld undir navninum PRG til marknaðir í suðurlondum.
Roknskapurin hjá Fiskavirkinum fyri 2022 vísir, at bruttovinngurin var 36,6 mió.kr, sum er ein hækking á 7,8 mió.kr. ella 27 prosent samanborið við 2021.
Rakstraravlopið (Ebitda) hjá Fiskavirkinum hevur síðstu árini ligið millum 2,4 og 5,4 mió.kr. síðstu fimm árini. Rakstraravlopið í 2022 øktist munandi til 11,7 mió.kr., sammett við 5 mió.kr. árið fyri.
Fiskavirkið hevði eitt samlað rakstraravlop eftir skatt á 4,9 mió.kr. í 2022, sammmett við 327 tkr. í 2021. Tískil betraðist ársúrslitið heili 4,6 mió.kr. í 2022.
Aðalfundurin hevur samtykt at útluta 900.000 kr. til partaeigararnar.
Um hugt verður eftir fíggjarstøðuni hjá Fiskavirkinum sæst, at samlaða fíggjarstøðan í 2022 var 103,4 mió.kr.
Støðisogn, sum eru bygningar, maskinur v.m. vóru 35 mió.kr. Ogn í umferð, sum er vørugoymsla, áogn frá sølu vm. vóru 68,5 mió.kr.
Eginognin hjá Fiskavirkinum í 2022 var 13,8 mió.kr. Langfreistað skuld var 56,4 mió.kr. og stuttfreistað skuld var 31,3 mió.kr.
Samanumtikið má staðfestast at ársúrslitið hjá Fiskavirkinum var stak gott í 2022 samanborið við undanfarniu árini.
Partaeigararnir í Fiskavirkið P/F eru sambært Skráseting Føroya: PG Invest við Páll Gregersen og BJ Invest við Brandur Jacobsen
Stjóri í Fiskavirkinum er Brandur Jacobsen. Nevndarformaður er Páll Gregersen.
---
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald