Innanlands

Fiskepigernes Fagforening 100 ár

Í dag eru 100 ár liðin, síðn fyrsta arbeiðskvinufelag í Føroyum varð sett á stovn á Tvøroyri

2022-01-29 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, 29. januar 2022, eru 100 ár liðin, síðan fyrsta arbeiðskvinnufelag í Føroyum, Fiskepigernes Fagforening, varð sett á stovn á Tvøroyri.

Um aldarskifti 18-1900 var vinnulívið á Tvøroyri í stórum vøkstri, og hetta hevði eisini við sær, at arbeiðsfólk tóku stig til at stovna fakfeløg. Fyrsta føroyska verkamannafelagið Enigheden (sum seinni broytti navn til Fylking) varð sett á stovn á Tvøroyri í 1915, við tí endamáli, at betra um korini hjá verkamanninum á landi, ið ofta livdi undir sera trongum korum. Í 1922 er tað so, at kvinnur á Tvøroyri eisini sláa seg saman, fyri at stríðast fyri betri arbeiðskorum, og stovna Fiskepigernes Fagforening.

Fiskepigernes Fagforening er nógv tað elsta arbeiðskvinnufelag í landinum, við tað, at hini arbeiðskvinnufeløgini ikki komu fyrr enn farið var inn í tríatini. Hetta má tí eisini sigast at vera ein týdningarmikil varði í føroysku kvinnurættindasøguni, ið spretti her í Trongisvágsfirði, skrivar Tvøroyarar kommuna, sum ynskir fakfelagnum til lukku við 100 ára stovningardegnum.

Ætlanin hjá Fiskepigernes Fagforening var at markera dagin í dag við einum almennum hátíðarhaldi í dag, men hetta er útsett til 12. mars, orsakað av koronustøðuni. Nærri kunning um sjálvt hátíðarhaldið kemur tí út seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder