![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður leygardagin.
Streymurin verður góður, og sambært veðurforsøgnini verður 3 til 8 metrar um sekundið av ymsum ættum, so fortreytirnar fyri eina góða fiskikapping átti avgjørt verið til staðar.
Mynstring til kappingina fer fram umborð á Draganum kl. 7.30, við Varpabrúnni. Bátarnir skulu vera aftur at landi kl. 17. Í ár veiðan løgd upp við NFCS.
Uppboðssøla verður sunnanfyri NFCS frá kl. 17.30 til 18.30, har høvið verður at keypa sær eitt kók av feskum fiski.
Aftur í ár verða sera góðir vinningarnir lættnir:
Nr. 1: Tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Føroya Sjómannadagur)
Nr. 2: Tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)
Nr. 3: Tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: Dragin KG 212)
Størsti fiskur: Gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: Føroya Sjómannadagur)
Harumframt verður lutakast millum allar luttakarar, har vinnarin fær ein gávukekk á 2.000 kr. (Stuðul: Garpar)
Inntøkan av sølu fyri fiskin, fer óskerd til rakstur av skúlaskipinum Draganum.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald