Innanlands

Fiskiskapur í sambandi við ferðavinnu skipaður

Fiskiskapurin kann bert fara fram við tráðu, snøri ella hondsnellu og loyvt er ikki at avreiða ella selja veiðu frá ferðavinnufiskiskapi

(Tilvildarlig mynd - Sverri Egholm)

(Tilvildarlig mynd - Sverri Egholm)

2020-07-03 10:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Einn nýggj kunngerð, sum skipar ferðavinnufiskiskap við báti ella fiskifari í føroyskum sjógvi, er nú lýst. Hetta boðar Fiskimálaráðið frá. 

Um loyvi skal latast til fiskiskap í føroyskum sjógvi í sambandi við ferðavinnu, eru trý høvuðsviðurskifti ið skulu verða í lagi: 

- Fiskiskapurin kann bert fara fram við tráðu, snøri ella hondsnellu.
- Loyvt er ikki at avreiða ella selja veiðu frá ferðavinnufiskiskapi
- Hvørt ferðafólk kann fiska í mesta lagi 60 kg av fiski í rundari vekt.

Loyvi til ferðavinnufiskiskap kann verða latið eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, og umsóknir um fiskiloyvi skulu sendast til Vørn, sambært fisk.fo (Har kann øll kunngerðin eisini lesast)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder