Nógvir prísir eru hækkaðir seinastu árini, og nú kemur Fjarhitafelagið við einari hækking eisini. Orsøkin skal vera hægri rentustøði og prísstøði sum heild.
Í 2024 kann eitt miðal húsarhald vænta at rinda umleið 200 krónur meira um mánaðin fyri fjarhita, verður sagt.
Fjarhitakundarnir eru býttir í tríggjar prísbólkar. Í Bólki 1 eru íbúðir, raðhús og sethús, í Bólki 2 eru t.d. smá og miðalstór virki, og Bólkur 3 fevnir um stórar bygningar sum eitt nú gistingarhúsini og svimjihylin.
Í Bólki 1 hækkar prísurin 12 oyru – úr 0,68 kr./kWt upp í 0,80 kr./kWt. Prísurin í Bólki 2 økist 13 oyru – úr 0,66 kr./kWt upp í 0,79 kr./kWt. Í Bólki 3 hækkar prísurin 15 oyru – úr 0,60 kr./kWt upp í 0,75 kr./kWt. Prísirnir eru uttan MVG.
Umleið 1800 brúkarar eru bundnir í fjarhitaskipanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald