Mentan

Fjølmentanarvika í Filmsfelagnum

Rósti indiski filmurin “All We Imagine as Light” verður at síggja komandi mikukvøld 

2025-10-23 10:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í Fjølmentanarvikuni vísir Filmsfelagið virðislønta indiska filmin ”All We Imagine as Light”.  

Nýggi indiski filmurin vann dómsnevndarvirðislønina í Cannes, og hevur síðan gingið sigurðsgongd við bestu ummælum um allan heim. Millum annað varð hann kosin ársins besti í ársyvirlitinum hjá bretska filmstíðarritinum, Sight & Sound, og fær 93 stig av 100 møguligum stigum á IMDB. 

Av heimsins londum er India hvørt ár so nógv tað fremsta í tali at gera film at vísa í innlendskum og útlendskum biografunum. 

Kvinnuligi leikstjórin, Payal Kapadia, er fødd í Mumbai í 1986.

Í filminum “All We Imagine as Light” fylgja vit sjúkrarøktarfrøðingunum, Prabha og Anu, sum búgva saman í Mumbai. Prabha er gift, men hevur einki samband við mannin, sum býr í útlondum. Anu er yngri og droymir um muslimska mannin, hon er forelska í. Sjálv er hon hindu eins og alt húski hennara. 

Prabha er ikki fegin um standin, men tá ein fríggjari vekir væl fjalda hugin eftir nærleika, broytist alt. Eisini hennara meting av Anu. Tær fara úr larmandi stórbýnum og finna eina friðarliga strond, har tær fáa greitt tær truplu kenslurnar. 

Ummælarar eru samdir um, at við sjáldsama hugtakandi myndabrúki hevur tað eydnast Payal Kapadia at samantvinna gerandismyndir við dreymar í einum av bestu biograffilmum í langa tíð. 

Filmsfelagið vísir “All We Imagine as Light” í Havnar Bio mikukvøldið 29. oktober kl. 20. Sýningin er almenn 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder