Innanlands

Fjølrit hevur fingið nýggjan KT-mennara

1. desember byrjaði Símun Petur Venned sum nýggjur KT-mennari, eftir at Heidi Durhuus, sum hevur verið umsitari og KT-mennari seinasta hálvtfimta árið, hevur fingið nýtt starv

Símun Petur Venned  tekur við starvinum sum KT-mennari hjá Fjølrit eftir Heidi Durhuus. (Mynd: Helle Thede Johansen/Fjølrit)

Símun Petur Venned tekur við starvinum sum KT-mennari hjá Fjølrit eftir Heidi Durhuus. (Mynd: Helle Thede Johansen/Fjølrit)

2022-12-17 10:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fjølrit, felagið fyri rættindahavarar til listaverk og onnur hugverk, hevur gingið nýggjan KT-mennara. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi.

1. desember byrjaði Símun Petur Venned sum nýggjur KT-mennari, eftir at Heidi Durhuus, sum hevur verið umsitari og KT-mennari seinasta hálvtfimta árið, hevur fingið nýtt starv í Bergen. 1. apríl 2018 varð hon ananrs sett í starvs sum fyrsta lønta starvsfólkið í Fjølrit nakrantíð.

Símun Petur Venned er útbúgvin BA í stødd- og hagfrøði, og kemur frá einum starvi sum dátugreinari hjá Udviklings- & Forenklingsstyrelsen í Keypmannahavn.

Framyvir fer Símun Petur at hava ábyrgdina av dátagrunninum, innheinting av dáta, skráseting, útrokningum og útgjaldi av viðurløgum. Hetta í tøttum samstarvi við Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, sum síðan 1. mars hevur havt ábyrgdina fyri samskiftinum, avtalum og dagligu umsitingini sum heild, og fer hann framyvir at taka sær av umsitingini, skrivar Fjølrit.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder