2025-09-24 15:59

Fjord hevur gjørt samstarvsavtalu við íslendsku fyritøkuna Elding Whale Watching.
Hesum boðar fyritøkan í Fuglafirði frá. Samstarvið merkir, at føroyskt sniðgivnir brúkslutir frá Fjord nú eisini verða seldir í sølubúðum í Reykjavík og Akureyri.
Elding Whale Watching verður lýst sum ein viðurkend familjufyritøka við 25 árum á baki, og er hon ein av fremstu fyritøkunum í Íslandi innan hvala-safari. Elding hevur útferðabátar og sølubúðir í Reykjavík og Akureyri, og tey fáa túsundtals vitjandi hvørt ár.
Komu inn í handilin í Fuglafirði sum turisitar
Hetta nýggja samstarvið byrjaði heilt av tilvild.
Njord greiðir í skrivi sínum frá at eigararnir í Elding Whale Watching vóru á vitjan í Føroyum, tá teir eins og onnur ferðafólk, komu inn í sølubúðina hjá Fjord í Fuglafirði.
- Tey blivu somikið hugtikin av vørunum, ið listakvinnan Suffía Nón hevur skapað, at tey - hóast øll myndevnini vóru føroyskt - beinanvegin ynsktu at bíleggja vørur til teirra sølubúðir í Íslandi. Vørurnar við føroysku myndevnunum seldu framúr væl í Íslandi, og tað vísti seg skjótt, at áhugin fyri einum tættari samstarvi var somikið stórur, at avtala bleiv gjørd at Fjord skuldi sniðgeva vørur við íslendskum myndaevnum.
Í august fór so fyrsta sendingin av Fjord vørum, við íslendskum myndaevnum, til Ísland.
Suffía hevði síðani tá verið og vitjað í Íslandi fyri at fáa íblástur til vørurnar, ið hava myndevnir so sum Geysir, Hallgrímskirkja, Kirkjufell osfv.
– Hetta er eitt stórt stig fyri eina lítla føroyska fyritøku sum okkara. Eg hevði í mínum stilla sinnið viðhvørt hugsað, at tað hevði verið ordiliga spennandi at roynt at komið inn á íslendska marknaðin, men eg hevði als ikki droymt um at ein íslendsk fyritøka soleiðis bara møtti upp í handlinum, sigur Suffía Nón.
Fjord hevur ment seg frá at vera eitt frítíðarítriv, til at vinna heiðurin sum Ársins Íverkseti 2024, og í februar 2025 at vinna heiðurin sum Føroya Besta Vørumerki; og so nú sniðgeva brúkslutir til aðrar marknaðir. Allar vørurnar verða sniðgivnar av Suffíu Nón, sum fær íblástur í føroysku náttúruni, mentanini og siðaarvinum. Suffía eigur og rekur fyritøkuna saman við manni sínum, Boga Nón.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald