2020-11-04 12:25

Hóast flest øll lond í Evropa hava stórar trupulleikar við nýggjum og ógvusligum bylgjum av koronasmittu, so er bylgjan enn ikki komin til Føroyar.
Heilsumálaráðið kann í dag kunngera, at ongin nýggjur smittaður varð millum tær 374 kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár, og sostatt var hetta eisini fjórði dagur á rað uttan nýggj smittað.
Tilsamans eru nú gjørdar 155.691 koronakanningar í Føroyum. Tað eru framvegis fimm persónar við koronasmittu í Føroyum. Tilsamans hava 495 fingið staðfest smittuna – 490 eru frísk aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald