Mentan

Fjøtraður – nýtt lag frá Holgari

Fjórða staklagið úr komandi LP-útgávu

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-14 07:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sangarin og sangskrivarin Hogar Jacobsen úr Sørvági hevur givið nýtt lag út, sum kann hoyrast á sosialu miðlunum, eitt nú YouTube.

'Fjøtraður' er fjórða staklagi hann gevur út og sum eisini vera við í eini LP-útgávu, sum hann hevur ætlanir um.

Holgar hevur sjávur skrivað bæði orð og lag og syngur eisini og spælir guittar á sanginum. Hinir tónleikararnir eru Høgni Klakkstein á trummum, Eyðun Johannesen á bassi og Finnur Hansen á tangentum, harmonika og kórsangi. Finnur hevur eisini ljóðblandað og mastrað.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder