Mentan

"Fláffy United" letur upp í morgin

Várframsýningin hjá Føroyskum Myndlistafólkum í ár leitar út móti mørkunum og grásonunum har nýggir hættir og nýggj úttrykk koma til sjóndar

2022-06-23 20:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinnapartin í morgin, fríggjadagin 24. juni, verður fernisering av ársins Várframsýning á Listasavni Føroya.

“Fláffy United” er heitið á framsýningini í ár. Tað er felagið Føroysk Myndlistafólk, ið skipar fyri. 

Felagið virkar fyri áhugamálum hjá føroyskum myndlistafólkum og hevur síðani 1990 skipað fyri eini sensureraðari várframsýning. Várframsýningin 2022 varð tó seinkað vegna umvælingar á Listasavni Føroya.

Tað stóð øllum í boði at senda verk inn til metingar. Úrvalsnevndin hevur valt út spennandi og fjølbroytt verk at sýna fram. Felags fyri verkini er, at tey víkja frá siðbundnu myndevnunum í føroyskari list.

- Vit leita út ímóti mørkunum og grásonunum. Har úti, sum tær grundleggjandi fortreytirnar hjá listini fáa sínar royndir, har nýggir hættir og nýggj úttrykk koma til sjóndar, siga fyrireikararnir um ársins várframsýning.

Úrvalsnevndin telur Tummas Jákup Thomsen, Bruno Mikael Eysturstein, Ólav Sverra Trónd Thorsteinsson og Ole Wich.

Við á framsýningini eru: Ole Wich, Tummas Jákup Thomsen, Bruno Mikael Eysturstein, /TRÖDL/ (Ólavur S. T. Thorsteinsson), Billa Jenny Jónleifsdóttir, Bjørk í Hoyvík og Sigga í Hoyvík, Edith Mørkøre, Erhard Jacobsen, Lív í Baianstovu, Vár Kyn, Alma á Lava, Ann Mari Dam, Elin Josefina Smith, Gwenaël Akira Helmsdal Carré, Harald Bjørgvin, Jana Jonhardsdóttir, Jón Sonni Jensen, Leivur Thomsen, Maria Smith, Oddfríður Marni Rasmussen, Rakel Helmsdal, Heðin Ziska Davidsen, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Brandur Patursson.

Framsýningin “Fláffy United” er opin til og við 20. juli.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder