2020-04-25 09:58
Í dag er flaggdagur, og eins og aðrastaðni í landinum, so hava vanliga skótalið og onnur skipa fyri flaggdagshaldi. Men í ár er alt øðrvísi, nú tilmælini eru ikki at savnast fleiri enn 10 í bólki.
Í Vági verður kortini flaggdagshald í dag. Tað er Skótaliðið Royndin, sum skipar fyri, og hesaferð verður flaggdagshaldið sent beinleiðis á netinum.
Í ár verður tað vinnulívs- og løgtingsmaðurin fyri Sambandsflokkin Erhard Joensen, ið kemur at flyta fram røðu.
Tiltakið byrjar kl. 17.00 og verður víst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald