2024-12-21 14:02
Fríggjadagin skipaði Articon fyri jólahugna á Hjalla í samband við, at starvsfólkini hjá ArtiCon fara í jólaferiu, og á skránni var m.a. heiðran av 11 starvsfólkum, sum øll høvdu havt 10- ella 20 ára starvsdag í 2024.
Jón Sigurdsson, stjóri, segði nøkur orð og takkaði teimum fyri teirra trúfesti og ídni, skrivar Articon í tíðindaskrivi.
Tey, sum hava verið í 10 ár eru Heini Danielsen, Jana Djurhuus, Sunnvard Andreasen, Heðin Olsen, Birgir Svavarsson, Jón í Soylu, Torkil A. Hansen, og Kári Viderø Olsen
Tey, sum hava verið í 20 ár eru Høgni N. Thomsen, Katrin Petersen og Aksel Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald