Innanlands

Fleiri áarlop hava verið á landsvegunum í morgun

Hetta hendir, nú nógv regn er, og blot kemur í kavan. Landsverk heitir á bilførarar um at vísa størsta varsemi. Á nøkrum strekkjum er ikki koyrandi, og tað eru vánalig koyrilíkindir vestanfyri Norðskálatunnulin

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2022-12-19 07:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta dagføringin hjá Landsverk, ið er frá klokkan 06.30, vísur á, at tað ikki koyrandi á Kunoyarvegnum, Gjáarvegnum, Elduvíkarvegnum, Selatraðarvegnum, Syðradal á Streymoynni, til Skæling og til Dals.

Eisini skrivar Landsverk á heimasíðu sínari, at tað eru vánalig koyrilíkindir vestanfyri Norðskálatunnulin, og ávarað verður um áarlop, og heitt verður á bilførarar um at ansa sær

- Nú blot kemur í kavan, kann vandi verða fyri áarlopi, og mugu bilførarar vísa størsta varsemi. Fleiri áarlop hava verið á landsvegunum í morgun.

Tað hevur regnað heilt nógv síðani í gjárkvøldið, umframt at meira vindur hevur verið ein seinastu dagarnar. Nógva regnið fer at koma niður gjøgnum dagin, sambært forsagnini. Tað verður tó minni seinnapartin - vindurin makar eisini, og seinnapartin stendur miðalvindferðin til at vera undir 10 m/s í flestu støðum.

Sí Veðrið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder